Alexandur Kristiansen er føddur í 1949 í Fuglafirði, har hann eisini býr. Hann var til skips í nøkur ár og læraravikarur í eitt ár úti í Koltri, áðrenn hann í 1971 fór á Føroya Læraraskúla í Havn. Longu í 1968 kom fyrsta yrkingasavnið hjá honum Nón, árið eftir tað næsta Assa, og síðani hevur hann latið ein riðil av bókum frá sær. Hann er einahelst kendur sum yrkjari, týðari og millum børn fyri sínar skemtiligu sangir. Av heiðurslønum hevur hann fingið M.A. Jacobsen í 1977 og í 1983 og 2003 Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs.
Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:
Báðumegin blátt. Yrkingar, 2005
Ariel – 66 týðingar, 2004
Gud er danskari. Yrkingar, 2003
Veingir – 99 týðingar + 33, 2000
Staksteinar. Yrkingar, 1990.
Útskot. Yrkingar, 1983.