Tóroddur Poulsen er føddur í Havn í 1957 og er ein av Føroya virknastu yrkjarum. Hann starvast sum rithøvundur og grafikari og er búsitandi í Keypmannahavn. Tóroddur hevur givið ein langa røð av yrkingasøvnum út og tríggjar prosabøkur. Hann er stak atfinningarsamur mótvegis tí borgarliga samfelagnum og at enda sum ein miðal hampamaður er í hansara eygum ein lagna verri enn deyðin. Eitt høvuðstema í skaldskapinum er ein persónlig, eksistentiel kanningarferð, har rannsakanin sjálv er kjarnin. Gud, umheimurin, hendingar, alt er sett í mun til tann einstaka. Tóroddur hevur fingið M.A. Jacobsen heiðurslønina, arbeiðsløn í trý ár frá Statens Kunstfond og Katrin Ottarsdóttir hevur gjørt ein film um hann, En linje om dagen må være nok, 2008. Hann hevurf leiri ferðir verið í uppskoti til heiðurslønina hjá Norðurlandaráðnum, og fleiri av yrkingasøvnunum eru komin á donskum.
Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:
Einglasuð. Yrkingar, 2013.
Heimvitisferðin. Yrkingar, 2012.
Bræddur firvaldur. Yrkingar, 2011.
Rend. Yrkingar, 2010.
Útsýni. Yrkingar, 2009.
Útvølir. Prosa, 2008.
Rot. Yrkingar, 2007.
Hvat hevði Munch verið uttan dupultkvartettina í Ebenezer. Yrkingar, 2006.
Morgunbókin. Yrkingar, 2005.
Eygnamørk. Yrkingar, 2004.
Svøvnlendingur rættar kumpass. Yrkingar, 2003.
Royggj. Yrkingar, 2002.
Húðsemi. Yrkingar, 2001.
Blóðroyndir. Yrkingar, 2000.
Speispei spei. Yrkingar 1999.
Innivist. Yrkingar 1989.
Heilagt kríggj. Yrkingar 1988.
Fullir einglar. Yrkingar 1986.
