Bergtóra Hanusardóttir er fødd í Havn í 1946 og er sertannlækni í ortodonti og rithøvundur. Ferðaðist sum barn og ung í Skúgvi og í Kirkjubø, var virkin í ítrótti og dansi og við tíðini eisini í feløgum, í fólkarørsluni fyri frælsi, friði og kvinnurættindum, og í almennu nevndunum fyri javnstøðu og vísindasiðsemi.Var tvey skifti ábyrgdarblaðstjóri á Kvinnutíðindum og luttók í Altjóða Kvinnuráðstevnum ST’s í Beijing 1995 og í New york ár 2000.
Bergtóra gjørdi av álvara vart við seg sum høvund, tá ið hon í 1990 gav út skaldsøguna Skert flog um eina føroyska kvinnu fødd fyri aldaskiftið 1900. Hon hevur somuleiðis skrivað stuttsøgur og søguliga skaldsøgu, og við skaldsøguni Burtur 2006 verður lesarin á fyrsta sinni førdur inn í tað føroyska útisetalívið í Keypmannahavn.
Mentuanrgrunnur Studentafelagsins hevur givið út:
Burtur. Skaldsøga, 2006.
Suðar dýpið reyða. Skaldsøga, 1999.
Loynigongir. Søgur, 1993.
Skert flog. Skaldsøga, 1990.